Verkætlan uppisjóvar matvøruvirki -tíðindaskriv borgarstjórin.Verkætlan uppisjóvar matvøruvirki -tíðindaskriv borgarstjórin 11-03-2010
Uppisjóvar matvøruvirki
Fuglafjarðar kommuna ynskir at økja um virksemið í kommununi á øllum økjum, og við atliti til sjóvinnu eru enn ótroyttar leiðir hjá kommununi at fara.
Visión:
Fuglafjørður hevur eitt av sínum langtíðarmálum at verða ein altjóða maritimur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastuveitingar til alla sjóvinnur.
Tann maritimi tænastudepilin í Fuglafirði verður framhaldandi bygdur út í stigum.
Skal Fuglafjørður standa seg í kappingini um tilfeingi úr havinum, er neyðugt at gera karmarnar fyri íløgum í økinum enn meira jaligar.
Seinnu árini er havnalagið útbygt nógv, og í tann mun, ráð eru til tess, eigur kommunan framvegis at stimbra synergi-effektir bæði fyri verandi virksemi og komandi íleggjarar.
Sum er, er ikki møguligt hjá skipum at landa uppisjóvarfisk til matvøruframleiðslu í Fuglafirði. Ein munandi og alsamt vaksandi partur av uppisjóvarfiski, ið verður veiddur í Norðuratlandshavi, verður nú framleiddur til matvøru.
Til tess at útvega grundarlag fyri íløgum í hesa vaksandi framleiðslugrein, ynskir Fuglafjarðar kommuna “at bjóða fram øki til eitt slíkt virki”.
Í hesum sambandi samtykti býráðið 24. september 2009, at brúkast skuldi konsulenthjálp til at gera eina frágreiðing (Prospekt), ið skuldi lýsa partar av grundarlagnum fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði.
Farec International v/Óla Samró, búskaparfrøðingi fekk uppgávuna og 25. februar 2010 legði Óli frágreiðingina (Prospektið) fram fyri býráðið. Eisini varð uppskot til eina 20 ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, ið hann saman við býráðsfyrisitingini hevði gjørt, løgd fram.
1. mars 2010 varð prospektið saman við útbyggingarætlanini kunnað einum væluppmøttum stjóraliði frá lokalu vinnuni.
4. mars samtykti býráðið at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar at koma higar at gera íløgur í eitt nýtt uppisjóvar matvøruvirki á havnalagnum.
Fuglafjørður, tann 11. mars 2010
Sigurð S. Simonsen
borgarstjóri
| | |
|
|